this one is in Faroese.
Kristilingar og teirra yvirlegnið atburður.
Eftir Magna Joensen.
Fyrst og fremst velji eg at skriva um Høgna av Heiði. Maðurin er ein Føroyingur so tað brakar eftir í. Nøkur vildu kanska kalla hann ein svíkjara, fyri at hava fingið sær eina Vietnamesiska konu, men eg vildi sagt at maðurin er fornuftigur. Eg (Magni Joensen, red) eri av tí meining at her er ov lítið av ymiskum blóðlinjum her í Føroyum, og tað hevur við sær at fólk blíva býttari og býttari. Høgni er eisini ein sum hevur funnið útav hvar hann følir seg heima, ímeðan nógvir føroyingar ganga og eru trúðarvillingar. Hesir Føroyingar eru uppvoksnir í eini kristnari familju, men føla seg ikki tættan at verðins mest populera fantasi vinið. Teir hava neyvan mót uppá at siga okkurt líknandi: ”hey.. eg eri squ yvir 18, burdi eg ikki bestemma hvat eg haldi nú?”. Høgni hevur kempa í langa tíð fyri at opna eygunið hjá Føroyingum, við at skriva langar greinir við serstakliga góðum argumentum, ið eru fyri at man skal sjálvur velja. Tíðanverri bleiv hansara fyrsta sensurera í høvd og hala, so at hansara mál við greinini, fall niðurum. Hetta hevði yvaleyst brostið ballónina hjá nógvum, men Høgni helt fast í sínum. Eitt er so heilt sikkurt, og tað er at Høgni er ein eldhuga sál ið ikki gevist tí at fólk spenna bein fyri honum.
Regna firmat pietas, orðini eru høgd í stein. Líkasum statshøvd hava prenta hatta í menniskjasinnið í fleiri øldir, og uttan iva eina øld ella tvær aftrat, fyri at gera eina febrilska roynd í at yvirhalda teirra jarngreb á menniskjanossum. Eisini skuldi man nevnt Coelestem adspicit lucem = tað ið hyggur ímóti himinsins ljósið (hetta er høgt í stein undir eini ørn sum er plasera við høvuðsinngongina til universitetið í Keypmannahavn). Hesa standmynd kundi ein gudloysingur, fata sum ein seinasta roynd at halda fólki frá at læra ov nógv, ið fær tey at hugsa um onnur ting enn at tilbiðja ein populeran gud, og at verða verandi á teirra arbeiðsplássi har tey uttan iva høvdu doy í einum alt ov ungum aldri. Og eisini ”Brygger Jacobsen” valdi at haldi seg til tað dramatiska latínska við hansara ”slogan” : Laboremus pro patria = lat okkum arbeiða fyri faðirlandi. Far hetta ongan enda?
Málbólkurin hjá Høgna av Heiði, er uttan iva, øll hesi trúvilstu, viljaleysu menniskju ið ganga sum maskinur til og frá arbeiði, her á hesum deiligu Føroya oyggjum.
Høgni argumenterar gott fyri, hvussu ríkir hava brúkt religión til at stýra fólk við, ikki tí tey hava verið serliga trúgvandi sjálvi, men bara tí tey sóu at religión kundi brúkast til at stýra fólk við. Hetta hevði við sær at teir loyvdu eitt religiøst monopol festa sær búgv í tí danska kongaríkinum.
Eitt av málunum hjá Høgna av Heiði, er møguligani at fáa mentalitetin í Føroyum aftur til hvat hann var árðenn kristindómur kom til Føroyar. Hann leggur serliga stóran dent á hvussu kongaríki hevur gjørt avtalur við kirkjuna, við at fyrst bara lata eina trúgv verða í tí Danska kongaríkinum. Fólk vóru noydd til at siga ja til kristindómin, tí annars stóð guillotinan og bíðaði handan gøtu hornið. Hvat var árðenn kristindómurin kom til tað Danska kongaríkið? Vóru fólk ateistar? Ella agnostikarir kanska? Ella livdu tey bara sítt lív í friði og arbeiddu teir tímarnar ið teirra lívsstílur kravdi? Tað er vælkent at kristindómur hevur brent bøkur um søgur ið eru farnar fram her á jørð, ja, enntá forða fyri at vísindi kundi gera nakað frammskritt. Men hesar tíðir vóru árðenn ateistar, vísindafólk og faktiskt bara fólk sum heild, byrjaðu at blíva meir og meir harðmælt ímóti kongahúsinum og kirkjuni. Tað at fólk tóku seg saman og stillaðu seg upp ímóti diktaturinum, hevði við sær at fólk fingu frælsi til at siga og enntá HUGSA hvat tey høvdu hug til! Hetta sigur ikki sørt um hvussu undirkúga hesi stakkals landsfólk hava verið undir hasum ómetaliga trýstinum, sum kirkjan og kongafamiljan legði á fólkið í landinum.
Talufrælsi í tí danska kongaríkinum, hevur ongantíð inniborið tað at ein og hvør hevur kunna fari til miðlarnar og havt krav uppá at fáa eina grein senda til prentingar, men tær flestu verða prentaðar allíkavæl. Hetta gevur fólkinum eina falska vón í at blíva hoyrd. Læt okkum siga at tú (lesarin, red) hevur skriva eina grein um heimsins bestu pannukøkur. Ein tílík grein er oftast einki galið við. Men um tú hevur skriva eina grein har tú finnist hvassliga at trúðboðarum, so finnur tú útav hvussu skjótt ein hurð kann klamsa aftur í durðakarmin. Og hetta talufrælsið verður heldur ikki yvirhildið í skúlum runt á Føroyum. Til dømis: Fuglafjarðar skúli hevði tikið sær tað fríheit at klippa síður úr biologi bøkrum, so at hesi stakkals børn ikki skuldu líða yvirlast av at finna útav at menniskju ala menniskju, og tað er ikki gud sum opnar ein lemm og sleppur eitt barn aftrat niður á jørð. Hetta metið eg vera eitt sterkt dømi uppá hvussu kristindómur enn roynir at stýra menniskjum her á foldum. Haraftrat er enn ein lóg í gildið, sum sigur: »undirvísingin í kristnikunnleika í
fólkaskúlanum skal samsvara við fólkakirkjunnar evangelisk-luthersku læru«(II,§6). Hetta kann skiljast á tveir háttir, og tann eini er einki annað enn eitt vánaligt argument. Lógin sigur at í kristnikunnleika skulu næmingar lærast í sjónarmiðnum hjá ta evangelisk-luthersku trúnni. Hetta er ofta skilt á skeivan hátt. Læt meg útgreina: lógin sipar einans til tímar í kristnikunnleika og ikki til alla skúla mannagongdina sum hon er. Men so er ein onnur lóg ið fortelur, nei beinleiðis kyndir uppundir, tað at lærarir í fólkaskúlum skulu »g e v a næmingunum eina k r i s t n a og
siðalagsliga uppaling« (I,§2.3).
Tá Høgni nevnir fyri okkum at kristnikunnleiki í fólkaskúlunum, verður brúkt sum ein indoktrinering, rakar hann ikki heilt í runnarnir. Børn í fólkaskúlunum eru jú har fyri at læra og at tilegna sær grunnleggjandi lívsvísdóm, og tey verða har útnýtt til gagn hjá kirkjuni, so hon kann fáa fleiri fylgjarar og harvið fleiri pening í kassan.
Eg fari hervið at enda hesu grein. Um tú situr við einum gráligum smakkið í tyggjaranum, so havi eg gjørt mítt arbeið rætt. Endin er stuttur, nærum manglandi. Líkasum eg dugi ikki at síggja ein enda á hesum kirkjumonopolinum í okkara elskaðu klettum.
Magni Joensen
__________________________________



















